Innanlands

Afturkalling av kikertrum

Skordýr eru funnin í vistfrøðiligum kikertrum, sum eru seldir í føroyskum handlum.

2026-11-07 17:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt slag av kikertrum, sum er selt í føroyskum handlum verður nú afturkallað, tí skordýr eru funnin í vøruni.

Talan er um pakkar á 500 gram við vistfrøðiligum kikertrum av merkinum Änglamark, sum eru best fyri 10. apríl 2027 (strikkota: 7340191175181)

Kikertrarnir, sum Coop Danmark afturkallar, eru óegnaðir til mannføði, og verður heitt á fólk, sum liggja inni við vøruni, um at beina hana burtur ella lata hana innaftur í handilin, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder