Uttanlands

USA sker menningarhjálp til Palestina

Tað verður møtt við atfinningum, at USA nú sker menningarhjálpina til Palestina við 200 milliónum dollarum

2018-08-25 12:58 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Donald Trump, forseti í USA, hevur givið boð um, at menningarhjálpin til Palestinensiska fólkið skal lækkast við 200 milliónum dollarum, sum svarar til umleið 1.3 milliardir danskar krónur. 

Skerjanin av stuðulinum kemur eftir, at USA eisini hevur lækkað stuðulin til UNRWA, sum er ein deild undir ST, ið arbeiðir við menningarhjálp í Palestina, munandi. 

Støðan í Gaza geiranum hevur verið sera óstøðug í ár, eftir at fólk í økinum mótmæltu ísraelsku búsetanini í økinum. Hvørt ár er sokallaða "gongan heimaftur", (The march of return) tá palestinar mótmæla ísraelska stýrinum, men í ár vóru serlig mótmælir, tí tað er 70 ár síðani stovnanina av ísraelska statinum og tí at USA flutti sína sendistovu í Ísrael til Jerusalem. 160 palestinar lótu lív í mótmælunum, tá ísraelski herðurin svaraði aftur við skotum. 

Tim Whyte, aðalsskrivari í Mellemfolkeligt Samvirke í Danmark finnist at avgerðini hjá amerikanska forsetanum. Við DR sigur hann, at støðan ongantíð hevur verið verri í Gaza geiranum. Hann sigur eisini, at ST júst hevur biðið um meira peningaliga hjálp, tí tað verður mett at tað ikki er liviligt í økinum longur um trý ár. 

Al-Jazeera skrivar, at forsetin hevur biðið sína umsiting flyta játtanina til Vestara Áarbakka og Gaza til aðrar týdningarmiklar verkætlanir. Sami tíðindamiðil vísir eisini á, at USA søguliga hevur serliga tøtt bond við Ísrael, og at USA árliga stuðlar Ísrael við 3.1 milliardir amerikanskar dollarar, sum svarar til umleið 25 milliardir danskar krónur. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder