Uttanlands

USA: Ron DeSantis tikið seg úr forsetavalstríðnum

– Eg stuðli nú Donald Trump, sigur guvernørurin í Florida

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-01-22 07:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ron DeSantis, guvernørur í Florida, hevur tikið seg úr valstríðnum um at gerast republikanskt forsetavalevni á amerikanska forsetavalinum í november.

Tað boðaði hann frá í sjónbandaupptøku, sum varð løgd út á sosiala miðilin X sunnukvøldið okkara tíð.

DeSantis sigur seg nú stuðla Donald Trump. Hann sigur, at hóast hann og fyrrverandi amerikanski forsetin hava verið ósamdir, heldur hann kortini, at Trump er frægari enn sitandi demokratiski forsetin, Joe Biden og republikanska valevnið Nikki Haley.

– Tað er greitt, at ein meiriluti av republikanskum veljarum ynskir at geva Donald Trump ein kjans afturat. Hann hevur mín stuðul, sigur Ron DeSantis.

Fráboðanin kemur tveir dagar undan undavalinum í statinum New Hampshire. Sambært veljarakanningum hevði hann har endað bæði aftanfyri Donald Trump og Nikki Haley, skrivar Ritzau.

Á undanvalinum í Iowa í farnu viku, gjørdist Ron DeSantis annars nummar tvey. Trump fekk 51 prosent av atkvøðunum, meðan DeSantis fekk 21. Nikki Haley var tó ikki langt aftanfyri við 19 prosent av atkvøðunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder