Innanlands

Upplýsing um privatan stuðul til viðgerðar seinnapartin

Tjóðveldi hevur lagt uppskot fram um løgtingslóg um upplýsing viðvíkjnadi privatum stuðli til politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni

Tað er Kristina Háfoss, ið hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er Kristina Háfoss, ið hevur lagt uppskotið fram vegna Tjóðveldi (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-08 11:27 Author image
Agnar Prestá

Støðan í dag er tann, at politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni ikki eru áløgd at upplýsa alment um møguligan privatan stuðul. Hetta ger, at almenningurin ikki veit um og í hvønn mun politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni eru privat stuðlaði og harvið hava ávíst fíggjarligt tilknýti til privatar stuðlar.

Hetta skrivaði Tjóðveldi í tíðindaskrivi mánadagin um uppskoti, sum Kristina Háfoss hevur lagt fram vegna flokkin. Hetta uppskotið skal til 1. viðgerð í tinginum í dag, og Tjóðveldi ynskir at broyta støðuna, so at politisku flokkarnir í framtíðini skulu føra rokniskap, sum m.a skal fevna um hvar frá privatur stuðul kemur, og hvussu stórur hann er, umframt at einstakir løgtingslimir og einstøk valevni skulu upplýsa hetta.

Kristina Háfoss sigur millum annað, at hetta er fyri at tryggja at tað er fult gjøgnumskygni. Hetta málið skal eftir viðgerðina beinast í Rættarnevndina Líknandi lógaruppskot varð lagt fram á Løgtingi í 2014 men varð ikki samtykt.

Umframt hesa viðgerðina, verður eisini uppskot til samtyktar um at góðkenna sáttmála um at forða fyri óskipaðum fiskispaki í altjóða sjógvi í Íshavinum. Hetta málið verður beint í Uttanlandsnevndina. Til seinast á tingfundinum í dag verður framløga.

placeholder
placeholder