
Føroyska alivinnan og kavaravinnan eru tætt knýttar. Sambært Hagstovu Føroya var nøgdin av útfluttum laksi í 2021 áleið 95.000 tons, og virði á hesum útflutningi var umleið 4,5 milliardir krónir.
Ein vinna, ið hevur ment seg saman við alivinnuni er kavaravinnan, og hesar vinnur eru tætt knýttar.
Kavaravinnan hevur ovurstóran týdning fyri alivinnuna. Kavarar veita alifyritøkum avgerðandi tænastur, á aliøkjunum úti á firðunum. Tað eru áleið 30 vinnukavarar, ið dagliga arbeiða innan alivinnuna í Føroum. Hesir kavarar avgreiða árliga samanlagt áleið 18.000 - 20.000 einstøk kav fyri alivinnuna.
Bæði alifeløg og kavarafeløgini gera eitt áhaldandi arbeiði fyri at tryggja sær, at trygdin hjá kavarunum er so góð sum yvirhøvur gjørligt. Í fleiri ár hava tíbetur ongar almennar fráboðanir verið um, at kavarar í alivinnuni hava fingið skaða ella hava verið fyri óhappi. Hetta má sigast at vera framúrskarðandi gott. Serliga tá ein hugsar um øll kavini, ið verða avgreidd. Flestu kavararnir, ið eru virknir í alivinnuni í dag, hava útbúgvið seg í Føroyum.
Faroe Dive
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald