2026-11-11 12:34
Fróði Magnussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin hevur biðið um farloyvi úr Løgtinginum, og í hansara stað er Uni Rasmussen komin á ting.
Farloyvið hjá Fróða Magnussen er galdandi frá í dag, 11. november til 22. november.
Uni Rasmussen verður á tingi, til Jørgen Niclasen, sum er farloyvi til 12. november, er aftur. Tá tekur Steffan Abrahamsson Løkin sæti fyri Fróða Magnussen, boðar Løgtingið frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald