Framløga og munnligir fyrispurningar verða á skránni á dagsins tingfundi, sum verður settur klokkan 11.
Eisini skal tingið atkvøða um ein skrivligan fyrispurning hjá Sámal Peturi í Grund úr Sjálvstýri um málbólk og upptøku á Rásini.
Sámal Petur í Grund spyr m.a. landsstýrismannin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, hvør málbólkurin í dag er á Rásini, sum sambært reglugerðini frá 2016 er er ein samdøgursstovnur til ung við menningartarni.
Sámal Petur í Grund vil hava at vita, um reglugerðin frá 2016 enn er galdandi, og hvørji krøv verða nýtt við upptøku.
Munnligu fyrispurningarnir eru 28 í tali. Teir snúgva seg m.a. um sparingar á almannaøkinum, tjóðarsemjuna, nýskipanarnevndina, bústaðarmøguleikar, og fiskidagar.
Skráin fyri tingfundin sæst her
Dagførd kl. 9.46
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald