Innanlands

Kervi+ gevur foreldrum einki annað enn høvuðbrýggj

- Við mínum besta vilja dugi eg ikki at skilja, hví skúlating skulu verða goymd í eini skipan, sum er so ólagalig at fáast við, sigur Inga Old, foreldur at trimum skúlabørnum.

2026-11-10 19:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skúlablaðið: - Við mínum besta vilja dugi eg ikki at skilja, hví skúlating skulu verða goymd í eini skipan, sum er so ólagalig at fáast við.

Tað sigur Inga Old, foreldur at trimum dreingjum, sum ganga í 2., 5. og 7. flokki.

 Fyri at fylgja við í skúlagongdini og skúlatingunum hjá synunum skal hon rita inn fyri hvørt barnið sær við innritanarupplýsingum og kodum.

- At noyða foreldur inn á hesa skipanina, leggur stórt trýst á tey, og tað fer við nógvari tíð. Tá gerandisdagurin frammanundan hevur nokk í sær sjálvum við øllum, sum hoyrir eini barnafamilju til, er hetta steinur oman á byrðu. Bara at vita at eg skal rita inn, hava kodurnar frammi og so framvegis, ger, at tað kemur ein blokering, og eg útseti tað ofta, tí so nógv annað er at taka sær av. Einasta, sum er hent, síðan dreingirnir ein og ein eru farnir á Kervi+, er, at eg eri vorðin verri til at fara inn og lesa vikuætlanina. Hjá øllum. Sjálvt honum, sum í fyrstuni ikki var komin á Kervi+.

Stóð tað til Ingu, var Kervi+ avtikið.

- Tað virkar sum um, at tey, sum hava funnið upp á hesa skipanina, ikki hava innlit í ella hava loddað dýpið í, hvat tað vil siga at vera foreldur og børn í dag, og hvussu tað riggaði, sum var frammanundan. Eg havi ikki enn funnið nakað positivt við skiftinum til Kervi+ og heldur ikki hoyrt nakran, sum tekur undir við hesi skipanini. Eg haldi tað besta, sum Undirvísingarstýrið kundi gjørt, var at ásanna, at henda skipanin var ikki so skilagóð kortini og so lata aftur fyri henni. Veit at tað er øgiligt spill av pengum og orku, men heldur tað enn at halda fast í eini skipan, sum so týðiliga nærum bara hevur vansar við sær.

Alternativið til Kervi+ er einfalt: Tað er at fara aftur til tað, sum vit hava havt, antin við at skúlating verða løgd út á heimasíðuna hjá skúlanum, og/ella at næmingarnir sjálvir skriva skúlatingini í eina boð- og setningsbók.

- Tá skúlatingini verða løgd á heimasíðuna, kunnu børnini sjálvi lættliga kanna, hvat tey hava fyri; tá er ikki brúk fyri kodum og teldupostun. Við Kervi+ er truplari at kanna skúlatingini sjálvi, tí tað krevur mítt fingramerki, mína andlitsgóðkenning ella at duga uttanat ella skriva av fløktar kodur og teldupostar. Annar máti enn á heimasíðuni hjá skúlanum er, at børnini sjálv skriva skúlatingini fyri í eina bók, soleiðis sum gjørt var fyrr. Tað læra tey nógv av. Tað er størri møguleiki fyri, at tey minnast og læra, tá tey hava tað fysiskt í hondini. Tá tey sjálvi sniða bókstavirnar og orðini.

les meira á skulabladid.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder