Sunnudagin 15. november frá klokkan 14 til 18 verður Brandstøðin í Leirvík aftur karmur um jólamarknað.
Á jólamarknaðinum verða áleið 20 sølubásar við alskyns lutum til sølu, og harumframt verður nógv annað á skránni.
Børnini kunnu millum annað fara ein ókeypis túr við brandbilinum ella hugna sær í teknikrókinum. Eisini verður møguligt at keypa kramarís, slush ice og poppkorn.
![]()
Á skránni verður eisini felags jólasangur, listaframsýning og kafé, har til ber at seta seg niður við einum góðum kaffimunni og njóta jólastemningin, skrivar Eysturkommuna í tíðindaskrivi.
– Endamálið við tiltakinum er, at geva fólki høvi at selja síni kreativu verk, samstundis, ynskja vit at savna fólk til felags jólahugna. Tað verður eitt gott høvi at finna ta serligu jólagávuna - gávuna, sum er gjørd við nærleika og kærleika, kanska frá einum, sum tú kennir. Vit vóna, at nógv vilja leggja leiðina framvið Brandstøðini sunnudagin 15 november og vera við til at skapa ein góðan og hugnaligan dag saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald