Innanlands

Undantaksstøða undir Brúnni í Klaksvík

Fólk í økinum eru biðin um at fara frá húsum - ein stór skriða hevur rakt eini hús, ið hava fingið skaða, og aðrar koma møguliga. Persónurin sum var staddur í húsinum er uttanfyri lívsvanda, skrivar Norðlýsið

Mynd: Eyðbjørn Jacobsen

Mynd: Eyðbjørn Jacobsen

2022-12-19 12:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Maðurin ið var inni í húsinum, tá skriðjan rakti. Hann lá undir, men er fingin undan og er uttan fyri lívsvanda. Hetta sigur vakthavandi við Norðlýsið.

Talan var um eina stóra skriðja, sum er komin oman av Hálgafelli, ið er beint omanfyri.

Húsini eru omanfyri vegin Undir Brúnni, ið er ein av ovastu gøtunum á vestaru síðu av Klaksvíkini. Hetta er nær við Ringvegin.

[object Object]


[object Object]
Beint við Ringvegin - ovarlaga á vestaru síðu í Klaksvík (Myndir: Eyðbjørn Jacobsen)

Løgreglan hevur biðið fólk, ið búgva undir Brúnni, farið av húsum. Hetta tí at vandin fyri fleiri skriðjulopum er ov stórur.    

Partur av skriðjuni fór víðari oman á gøtuna niðanfyri - Undir Fossum - og "tók ein bil við".

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder