Mentan

Ólavsøkukabarettin: Akkurát so niðurgerandi og kreinkjandi sum vit vilja hava tað

Ummæli: Kabarettin prikar tey røttu støðini (3/5 P)

(Mynd: Rebekka Rafael)

(Mynd: Rebekka Rafael)

2019-07-31 13:05 Author image
Rannvá Dam í Baianstovu
placeholder

Aftur í ár er ólavsøkukabarett í Sjónleikarhúsinum. Leikbólkurin er mannaður av Sóley Danielsen, Katrin Joensen-Næs, Rebekka Rafael, Torkil Tórgarð og Jákup Dahl Wardum. Tað er eingin annar enn Andrias Høgenni sum hevur leikstjórnað. Andrias Høgenni vann her fyri ein Cannes prís fyri stuttfilmin hjá sær “Ikki Illa Meint” og nú er hann so farin kabarett vegin.

Filmur og kabarett samantvinnaði
Í stóran mun hava vit at gera við eina siðbundna kabarett, sum ger tað hon skal. Hon tekur saman um árið sum fór. Vit hava Glasir gøluna, Kristin Mikkelsen og Javnaðarflokkin, fiskivinnunýskipanina, bara fyri at nevna nakað av tí.

Skemtið er væl miðlað. Hetta er lætt at skilja, og hon viðgerð á ein lættan hátt nógv av størstu evnunum hetta árið. Bygnaðurin er øgiliga líka til, og tað er stuttligt heilt frá fyrstu løtu. Hon brúkar ikki tíð uppá at byggja upp, og tónar so út ímóti endan. Ársins kabarett skilir seg eitt lítið sindur frá teimum undanfarnu, við at brúka film inn ímillum. Hetta brýtur upp og skapar broyting, umframt at hetta er nokkso Andrias Høgenni.

Hevur potentiali til meira
Alt skemtið riggar. Kabarettin prikar tey røttu støðini, og er akkurát so niðrandi og kreinkjandi sum vit vilja hava hana at vera. Hon ger eitt nú ger hon gjøldur við løgmanni og Gist og Vist, og fólk flentu tá tey skuldu.

Viðhvørt situr man tó við eina kenslu av, at hetta kundi verið meira gjøgnumført. Tað virkar eitt sindur sum at hetta var fyrsta útkastið, men so hugsaðu tey bara “nah, hetta er gott nokk”. Hetta sást eisini aftur í onkrar av búnunum, sum kundi havt verið meira gjøgnumførdir. Tey brúktu eitt sindur for nógv hetta her við bara at siga hvørji tey vóru.

Man kann siga, at kabarettin rakar allar basarnar, og ger tað hon eigur. Men her er potentiali til meira. Hon er tó stuttlig og heilt víst verd at síggja.

Kaberettin hevði frumsýning beint áðrenn ólavsøku, og eykasýningar eru í kvøld og í annaðkvøld.

Ólavsøkukabarettin 2019 (3/5)
Sjónleikarhúsið, leikstjóri: Andrias Høgenni

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder