Innanlands

Umhvørvisvikan: Sjóneykan verður sett á matoyðsl

Umhvørvisvikan í Tórshavnar kommuna verður í døgunum 30. apríl til 7. mai. Kastljósið verður millum annað sett á, hvussu vit sleppa undan, at matur endar sum rusk

2022-04-13 16:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Matoyðsl - eitt umhvørvismál vit kunnu loysa saman!

Á Umhvørvisvikuni, sum í ár verður í døgunum 30. apríl til 7. mai, setir Tórshavnar kommuna sjóneykuna á matoyðsl og á, hvussu vit sleppa undan, at matur endar sum rusk.

Ein góður triðingur av heimsins lendi verður nýttur til at framleiða antin fólkamat ella fóður til kríatúr. Men samstundis fer ein triðingur av matinum til spillis. Sumt fer fyri einki, áðrenn matvørurnar koma á marknaðin, sumt koyra handlar og matstovur burtur, men størsti parturin fer í ruskspannina heima hjá fólki. Helvtin av matburturkastinum er frá húsarhaldunum.

Í Umhvørvisvikuni seta vit kastljósið á matoyðsl, og hvussu vit kunnu minka tað. Vikan byrjar við einum spennandi plantu- og matmarknaði, og síðani eru hvønn dag tiltøk, sum snúgva seg um at gera matarskipan okkara burðardyggari. Eitt nú verða verkstovur, sum snúgva seg um stuttflutt kjøt og um goymsluhættir - til dømis, hvussu vit sjálvi kunnu salta og fermentera rávøru.

Umhvørvisvirðislønin og Grøna Gávan verða latin á evniskvøldi, og har verður eisini kunngjørt, hvørjar verkætlanir fáa umhvørvisstuðul frá Tórshavnar kommunu í ár.

Nærri kunning um skránna yvir tiltøk í Umhvørvisvikuni kemur seinni.

Visit Tórshavn

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder