Innanlands

Ulla heldur fram sum forkvinna

Í farnu viku hevði KT-felagið aðalfund í Vinnuhúsinum. Á nevndarfundi, eftir aðalfundin, skipaði nevndin seg við Ullu Joensen sum forkvinnu

2022-05-06 15:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyri vali á aðalfundinum stóðu Jan Ziskasen, Ólavur Ellefsen og Snæbjørn Jacobsen. Allir tóku við afturvali. Eisini stóð Guðny Langgaard fyri vali sum tiltakslimur. Eisini hon tók við afturvali. Eingin annar stillaði upp til nevndina.

Í nevndini í KT-felagnum eru sostatt: Ulla Joensen frá Elektron, Fróði Magnussen frá Formula, Snæbjørn Jacobsen frá Stýr, Ólavur Ellfsen frá Tøkni, Jan Ziskasen frá Føroya Tele og Guðny Langaard frá Nema.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg á sama hátt sum árið frammanundan, við Ullu Joensen sum forkvinnu.

KT-felagið er eitt aktivt vinnugreinafelag. Eitt nú skipar KT-felagið fyri landsumfevnandi tiltakinum #Rita1tíma. Eisini er tað KT-felagið, sum hevur KT-breytina á NámX.

Endamál felagsins er at savna allar KT- og fjarskiftisfyritøkur at útinna felags áhugamál soleiðis at KT-vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum, kend fyri sína dygd.

Vinnuhúsið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder