Uttanlands

Ukraina vil hjálpa týskarum at gerast óheftir av russiskari orku

Ukraina ætlar at útflyta streym til Týsklands, og sunnudagin fer ukrainski forsætisráðharrin at umrøða málið við Olaf Scholz, samveldiskanslara í Týsklandi

Denys Sjmyhal, forsætisráðharri í Ukraina (Mynd: AFP)

Denys Sjmyhal, forsætisráðharri í Ukraina (Mynd: AFP)

2022-09-03 13:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina ætlar at útflyta el til Týsklands fyri at stuðla landinum í at gerast óheft av russiskari orku. Tað sigur ukrainski forsætisráðharrin, Denys Sjmyhal

– Í løtuni útflytur Ukraina el til Moldova, Rumenia, Slovakia og Pólland, men vit eru til reiðar at víðka okkara útflutning til Týskland, sigur hann og leggur afturat, at Ukraina við sínum kjarnorkuverkum hevur ríkiligt av streymi.

Sambært Ritzau fer ukrainski stjórnarleiðarin hetta vikuskiftið til Berlin at umrøða málið. Hann fer væntandi at hitta týska samveldiskanslaran, Olaf Scholz sunnudagin.

Í kjalarvørrinum á russisku innrásini, sum byrjaði 24. februar, varð Ukraina koblað úr elnetinum, sum var tvinnað saman við tað russiska. Miðskeiðis í mars varð ukrainska netið so bundið í tað evropeiska. Síðan tá hevur Ukraina dagliga útflutt millum 400 og 700 megawatt til ES og Moldova.

Sjmyhal sigur, at hetta er eitt gott stig fyri báðar partar. ES fær meira orku, og Ukraina fær meira útlendskar pengar, sum er harðliga tiltrongt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder