Mentan

Týskt meistaraverk í Filmsfelagnum

”In die Sonne schauen” er týska uppskotið til Oskarvirðisløn í ár

2026-01-22 10:19 Author image
Innsent
placeholder

Í nýggja týska filminum, ”In die Sonne schauen”, sum Filmsfelagið sýnir mikudagin, fylgja vit fýra kvinnum, ið umboða hvør sítt ættarlið á sama bóndagarði, hvør við sínum loynidómi. 

Sum eitt spøkilsi fangar upptøkutólið ikki bara alt, men eisini intimu smálutirnar, ið eru eyðkennið fyri lív og tilveru. Meðan leikur fer, frá 1910’unum og upp til okkara tíð, kámast mørkini millum teir fýra leiklutirnar.

”In die Sonne schauen” vann dómsnevndarvirðislønina í Cannes, og filmurin er nú týska Oscaruppskotið. Ummælarar tosa um eitt meistaraverk, ið lýsir fýra ymsar kvinnur á sama týska garði.

[object Object]

Alma, Erika, Angelika og Lenka eru úr ymsum ættarliðum, men hava allar, hvør í sínum tíðarskeiði, verið offur fyri einsemi, kvinnuhatri og einum miseydnaðum fyrsta kynsliga sambandi. 

Hetta er annar filmur, sum Mascha Schilinski (f.1984) hevur gjørt. Hóast assosiativi frásøgustílur hennara er púra egin, verður hon longu borin saman við kendasta týska leikstjóran Michael Haneke (f.1942) og meistaraverkið “Das weiße Band - Eine deutsche Kindergeschichte” (2009), sum Filmsfelagið áður hevur víst. 

Týski filmurin, ”In die Sonne schauen”, ið hevur altjóða heitið “Sound of Falling”, verður sýndur í originalari týskari versión, men við donskum undirteksti. Í Danmark verður filmurin sýndur undir heitinum “Se mod solen”.

Filmurin verður vístur í Havnar Bio mikudagin 28. januar kl. 20

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder