
Skúlablaðið: - Tað er ein stór avbjóðing at seta nýggjar týsklærarar við. Í vár gjørdist greitt, at fleiri lesandi í læraraskúlanum valdu sær týskt sum linju, men kortini kundi Námsvísindadeildin ikki bjóða týskt sum linju út. Mia av Kák, sum hevur verið lærari í týskum síðan 2009, harmast um støðuna.
- Heldur gongdin fram, sum hon ger nú, at Námsvísindadeildin ikki útbúgvir fleiri týsklærarar, so verða skúlarnir noyddir at seta fólk at undirvísa í týskum, sum als ikki hava havt týskt sum linju. Undirvísingin kann ongantíð verða líka góð tá. Støðan hjá týskum stendur í hóttafalli í føroyska fólkaskúlanum, og versna góðskan og fakkunnleikin í týskum sum fremmandamál, so er fakinum ikki lív lagað. Eg stúri fyri, at fakið er horvið um 10 ár.
Týskt í fólkaskúlanum stendur í einari truplari støðu. Færri næmingar velja tað, og fakliga grundarlagið millum lærarar er í vanda fyri at hvørva. Samstundis bendir støðan á ein størri trupulleika við fremmandamálum og málfatan hjá føroyskum børnum í dag.
Spurningurin er, hvussu vit sum samfelag meta um týdningin av fremmandamálum, og hvørjar loysnir kunnu tryggja, at týskt fær eina framtíð í føroyska fólkaskúlanum.
Mia av Kák vísir á møguligar loysnir eru krav um týskt eitt ávíst tíðarskeið fyri allar næmingar, nýtt og betri undirvísingartilfar á føroyskum, útbúgving av nýggjum lærarum við týskum sum linju og til seinast: Støðug førleikamenning fyri teir lærarar, sum longu eru í skipanini.
Skúlablaðið kann etaðfesta, at tað bert eru tveir lærarar við týskum sum linjulærugrein útbúnir í 16 ár. Les meira her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald