Hvønn týdning hevur frælsi at trúgva í okkara samfelag, og fyri okkum sum menniskju?
Hesar spurningar roynir Amnesty International Føroyar at lýsa á kjakfundi í Perluni í Havn hóskvøldið 11. Juni klokkan 19.
At trúgva tí, sum vit vilja, er ein mannarættur staðfestur í okkara grundlóg og í altjóða mannarættindasáttmálum, sum Føroyar hava bundið seg at fylgja.
Nógv verður kjakast og sagt um trúgv í løtuni í føroyska samfelagnum. Tónin er merktur av sterkum meiningum, ótta og polarisering. Tí heldur Amnesty, at tørvur er á eini samrøðu um hvat trúgv hevur at siga fyri okkum persónliga, men eisini hvat tað hevur at siga fyri okkara samfelag, tá umræður demokratiska húgsjón, persónliga frælsi og mannarættindi.
Skrá:
- Shakeel Jamil, næstformaður í Amnesty Føroyar bjóðar vælkomin og greiðir frá um mannarættindi og trúarfrælsi
- Sigri M. Gaïni, Ph.d., námslektari í vísindaástøði, lívsáskoðan og siðalæru: Er nakað fólkaræði uttan trúarfrælsi?
- Pateh Bah, Heri W. Danielsen og Gwendolyn Blaga Philbrow: Sofaprát um hvønn týdning og leiklut persónliga trúgv teirra hevur. Óluvá Zacariassen er orðstýrari.
Vit mugu í felag arbeiða fyri, at Føroyar verða eitt samfelag við virðing fyri rættindum, frælsi og virði hjá okkum øllum, sum búgva her. Eisini tá talan er um bólkar, ið á onkrar mátar skilja seg út. Tá ið rættindi ikki eru galdandi fyri øll, eru vit øll í vanda fyri at missa rættindi.
Tiltakið hjá Amnesty International verður í Perluni 11. juni, har endamálið er at savnast í ymiskleika og í felag læra meir um trúgv, mannarættindi og fólkaræði.
Tað er arbeiðsbólkurin um trúðarfrælsi, mannaður av sjálvbodnum eldsálum, sum hevur lagt tiltakið til rættis. Á tiltakinum greiða tey frá um arbeiðsbólkin, og hvussu ein kanst gerast partur av honum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald