Innanlands

Tyrluvanlukka uttanfyri Kiev: Innanríkisráðharrin millum tey deyðu

Altjóða miðlar skriva, at minst 16 fólk hava latið lív, eftir at ein tyrla í morgun datt niður beint við ein barnagarð og nakrar íbúðir. Óvist er, hví tilbúgvingartyrlan datt niður

Talan var helst ikki um nakra krígsatsókn, men orsøkin skal kannast nærri (Mynd: EPA)

Talan var helst ikki um nakra krígsatsókn, men orsøkin skal kannast nærri (Mynd: EPA)

2023-01-18 12:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin datt ein tyrla niður í Brovary, ið er forstaður til Kiev, høvuðsstaðin í Ukraina. Talan var um eina tilbúgvingartyrlu, har innaríkisráðharrin Denys Monastyrskyj og tveir av hansara tættastu samstarvsfeløgunum í innlendismálaráðnum, umframt trý onnur starvsfólk í ráðnum, vóru millum tey níggju umborð.

Hesi lótu allir lív, og greitt er millum annað eisini, at trý børn eru deyð í vanlukkuni. Tyrlan datt niður beint við ein barnagarð við ein íbúgvablokk, skriva altjóða miðlar.

Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj sigur, at pínan er ikki til at lýsa, og hann sendir sína samkenslukvøðu út til øll tey avvarandi. Zelenskyj lýsir innanríkisráðharran Monastyrskyj og starvsfelagara hansara sum fosturlandshetjur.

[object Object]
Denys Monastyrskyj gjørdist 42-ára gamal. Hann kom í sessin í fjør (Mynd: EPA)

Tey vóru á veg til hermótið. Talan var um tilbúgvingartyrlu, ið hevði ymsar uppgávur fyri verjuna í landinum, upplýsir ovastin fyri flogherliðið í Ukraina, Juryj Yhnat, fyri ukrainskum miðlum. Hann sigur eisini, at trý fólk frá tilbúgvingini vóru umborð.

Tað er einki, ið annars bendir á, at hendan vanlukkan umleið tjúgu kilometrar frá Kiev hevði nakað við kríggið at gera. Tað er tó nakað, ið skal kannast gjølla, hava bæði ríkisákærin og forsætisráðharrin staðfest. Ein tíðindamaður frá BBC, ið var á staðnum, upplýsir, at tað var toka og myrkt á staðnum, tá vanlukkan hendi.

BBC er ein av miðlunum, ið fyribils staðfestir talið av deyðum sum "í minsta lagi 16". 25 onnur eru innløgd, orsakað av løstunum.

[object Object]

[object Object]
Myndir: EPA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder