Innanlands

Tvøroyri: Støðugur fólkavøkstur seinastu árini

12. januar búðu 1.774 borgarar í kommununi, ið er 13 fleiri enn fyri einum ári síðani

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-01-16 09:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

12. januar í ár búðu 1.774 borgarar í Tvøroyrar kommunu. Um somu tíð í fjør búðu 1.761 fólk í kommununi, og sostatt eru tey í dag 13 fólk ella uml. 0,7 prosent fleiri, vísa tøl frá Landsfólkayvirlitinum sambært Tvøroyrar kommunu.

Hóast talan ikki er um nakran stóran vøkstur, er talan um 3. hægsta fólkatal síðan januar 1997. Bert í ár 2003 og í 2004, hevur fólkatalið í kommununi verið hægri, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Sambært kommununi hevur fólkavøksturin verið støðugur seinastu árini. í 2020 búðu 1.707 fólk í kommununi, og er fólkatalið síðani vaksið við 67 fólkum, ið svarar til ein vøkstur á uml. 3,9 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder