Tvey fólk lótu lív, tá ein bygningur í trimum hæddum rapaði í New York býarpartinum Brooklyn í gjár.
Tað upplýsir ovastin fyri sløkkiliðið í New York, FDNY, Lillian Bonsignore, sambært CNN.
Minst 16 fólk fingu skaða, teirra millum 12 børn. Fýra av hesum hava fingið álvarsligar skaðar, verður sagt.
Bygningurin tapaði um 4 tíðina seinnapartin, lokala tíð. Tað tók bert ein minutt hjá sløkkiliðnum at koma til hjálpar.
Arbeitt verður framvegis við at leita í húsaleivdunum. Enn er ikki greitt hvussu nógv vóru í bygninginum, tá vanlukkan hendi. Og tí er óvist um fleiri kunnu hava latið lív í hendingini.
Borgarstjórin í New York býi, Zohran Mamdani, rósti í nátt bjargingarfólkunum fyri teirra arbeiði. Sambært honum hava 250 fólk frá sløkkiliðnum verið við í bjargingararbeiðinum.
Sambært AP tíðindastovuni var bygningurin brúktur til bæði íbúðir og vinnurekandi. Bygningurin stóð undir liðini á einum øðrum, ið júst var rivin niður í sambandi við eina byggiverkætlan.
-
Tað sæst beint inn í klædnaskápið í grannabygninginum eftir at veggurin er skræddur av (Mynd: Angelina Katsanis/Reuters/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald