Innanlands

Zelenskyj við serligari heilsan til føroyskan hermann

Tá ukrainski forsetin vitjaði í Fólkatinginum í dag, fekk Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður hann at skriva á eitt ukrainskt flagg, sum hann hevði fingið frá føroyska hermanninum Bjørn Kallsoy, sum í fleiri ár hevur verið á hermótinum í Ukraina.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, og Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin (Myndir: Javnaðarflokkurin á Fólkatingi)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, og Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin (Myndir: Javnaðarflokkurin á Fólkatingi)

2026-11-11 15:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj í dag vitjaði á Fólkatingi, fekk Sjúrður Skaale eins og hinir fólkatingslimirnir møguleika at heilsa upp á hann.

Føroyski fólkatingslimurin tók sítt ukrainska flagg við til móttøkuna við eini vón um, at Zelenskyj vildi skriva eina serliga heilsan á flaggið.

Flaggið fekk Sjúrður í 2024 frá føroyska hermanninum Bjørn Kallsoy, sum í fleiri ár hevur verið á hermótinum í Ukraina.

– Bjørn gav mær eitt flagg, har fleiri teirra, sum bardust saman við honum, høvdu sett sítt navn á. Flaggið hevur havt heiðurspláss á skrivstovuni síðani, greiðir Sjúrður Skaale frá í dagføring á Facebook.

[object Object]

Tað bar so á, at føroyski fólkatingsmaðurin kom at standa beint undir liðini á ukrainska forsetanum.

– Eg segði, at tað vildi verið ein heiður, um hann hevði sett sítt navn á flaggið sum eina serliga heilsan til føroyingarnar í Ukraina - og í øðrum lagi til teir altjóða soldatar, teir berjast saman við.

– ”Sjálvandi”, segði hann. ”Tað er mín heiður!” fortelur Sjúrður Skaale.

[object Object]

Og so skrivaði hann: “Thanks for your support, Zelensky” - við greiðari tilsiping til “Viking”, sum stendur beint uppi yvir. Viking er kallinavnið hjá Bjørn Kallsoy á hermótinum.

[object Object]

[object Object]

– Eg sendi straks heilsanina til Bjørn. Hann var júst komin aftur á hermótið, men takkaði fyri.

Tá Bjørn Kallsoy kemur aftur til Føroya, ætlar Sjúrður at lata honum flaggið aftur.

– Við nýggju heilsanini hevur tað fingið eitt heilt annað og søguligt virði. Og tann heilsanin er til Bjørn. Ikki til mín, sigur fólkatingsmaðurin, sum eisini fekk høvi at tosa við ukrainska forsetan um ymiskt annað.

M.a. tosaðu teir um privata stuðulin úr Evropa til Ukraina, og nevndi fólkatingsmaðurin m.a. eitt tiltak, sum Heini Zachariasen og Bjarti Grunveit Olsen stóðu fyri, sum m.a. snúði seg um at keypa bilar til ukrainska herin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder