Innanlands

Tveir tilburðir staðfestir í næstan 1.000 kanningum gjár

Harvið hava sjey nýggir koronutilburðir verið hesa vikuna. Í eina førinum er smittan staðfest við kanning tveir dagar eftir komu til Føroyar. Í hinum førinum er talan um ein skúlanæming, har smittukeldan er kend

Í løtuni eru 27 smittað í Føroyum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Í løtuni eru 27 smittað í Føroyum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-09-09 12:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vóru tveir nýggir tilburðir av koronu staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum, sambært corona.fo.

- Í eina førinum er smittan staðfest við kanning tveir dagar eftir komu til Føroyar. Í hinum førinum er talan um ein skúlanæming, har smittukeldan er kend.

963 kanningar vóru gjørdar, so positivprosenti er lágt. Sjey nýggir tilburðir eru staðfestir hesa vikuna, og í løtuni eru 27 smittað í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder