Innanlands

Tveir smittutilburðir staðfestir í 1.455 kanningum í gjár

Annars av persónunum fekk staðfest smittuna við kanning við heimkomu. Í løtuni hava 24 persónar í Føroyum koronasmittuna. Eingin er innlagdur í samband við korona

2020-12-15 12:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Átta smittutilburðir vórðu staðfestir í vikuskifitnum, í gjár varð eingin, og í dag vísa vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum tveir nýggjar smittutilburðir. 

Tann eini persónurin er partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Hin persónurin býr í Føroyum og hevur verið uttanlands. Viðkomandi fekk staðfest smittuna við kanning á flogvøllinum. 

Í gjár vórðu 1455 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar, skrivar corona.fo. Í alt eru 177.989 kanningar gjørdar.

Í løtuni eru 24 persónar smittaðir í løtuni. Tilsamans hava nú 530 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 506 persónar staðfestir frískir aftur

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronasmittuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder