Innanlands

Tveir árgangir við Løgmannabreyt sendir heim

Fram til týsdagin í komandi viku skulu næmingar í 8. og 9. flokki í skúlanum vera heima – Tilsamans sjey tilburðir eru staðfestir í báðum flokkunum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-09-06 13:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tveir árgangir í Skúlanum við Løgmannabreyt eru nú sendir heim í sóttarhald í tíggju dagar, eftir at fleiri koronutilburðir eru staðfestir millum næmingarnar um vikuskiftið.

Seks tilburðir eru staðfestir í í 9. flokki, og ein tilburður er staðfestur í 8. flokki.

Talan er um út móti 100 næmingar, sum skulu vera heima komandi dagarnar. Orsøkin til, at báðir árgangir eru sendir heim er, at næmingar úr báðum árgangum hava valfak saman, segði Høgni Joensen, skúlastjóri við Útvarpið á middegi.

Áðrenn næmingarnir koma aftur í skúla týsdagin í komandi viku, skulu tey kannast fleiri ferðir.

Tað var ikki bert í Skúlanum við Løgmannabreyt, at korona varð staðfest um vikuskiftið. Ein næmingur í 8. flokki í Hoyvíkar Skúla, og ein næmingur í 9. flokki í Skúlanum á Fløtum hevur eisini fingið staðfest smittuna.

Á Skúlanum á Fløtum er tí eingin skúlagongd á ítróttarásini í dag, og eru allir næmingar á ítróttarásini bidnir um at lata seg kanna fyri koronu. Tá tey hava fingið negativt kanningarúrslit, kunnu tey koma aftur í skúla, skrivar skúlin á heimasíðuna.

Les eisini: Korona eisini staðfest á Glasi


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder