placeholder
Mentan

Tuska í runu aftur við Løkin

Runutusk verður aftur í juni við Løkin í Runavík eftir ein steðg í fjør

2022-05-22 00:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir ein steðg í 2021 er Runutusk aftur klárt at bjóða øllum at tuska runt við Løkin í Runavík.

Runutusk er ein forðarenning, fyri stór og smá, ung og gomul, trenaði og ótrenaði. 

Forðarenningin verður fyriskipað í Runavík tann 12. juni 2022. Kappingin fevnir um alskynsni forðingar á landi, á sjónum og í feskum vatni.

Til ber at royna seg sum einstaklingur ella saman við vinfólki, familju og starvsfeløgum.

Forðarenning er áleið fimm kilometrar við 20-30 forðingum.

Breytin runt Toftavatn er, hóast sentral í Runavík, eitt náttúrvakurt økið við nógvum støðum, ið skulu til fyri at skapa eitt fullkomið Runutusk.

Hendan forðarenningin er vælegnað til fólk, sum ongantíð hava roynt tílíkt áður, men vil avgjørt eisini verða ein avbjóðing til tey, sum eru meira roynd.

Runutusk er eitt samansett "terræn løb". Tað inniheldur svimjing, klatring, renning, og grulving, har náttúran er við til at gera upplivingina serstaka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder