Uttanlands

Bill Clinton á fleiri nýggjum Epstein-myndum

Sambært talsfólki hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum, visti hann einki um brotsverkini hjá Epstein

(Mynd: Amerikanska løgmálaráðið/Reuters)

(Mynd: Amerikanska løgmálaráðið/Reuters)

2025-12-20 11:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton sæst á fleiri myndum, sum eru almannakunngjørdar úr búnum eftir brotsmanninum Jeffrey Epstein.

Myndirnar vórðu almannakunngjørdar av amerikanska løgmálaráðnum fríggjadagin.

Bill Clinton er demokratur og var forseti frá 1993 til 2000. Á myndunum sæst hann m.a. í einum svimjihyli saman við Ghislane Maxwell, fyrrverandi unnustan og samstarvsfelagin hjá Epstein. Á myndini er eisini ein annar persónur, hvørs andlit er fjalt.

Tað framgongur ikki, nær myndirnar eru tiknar.

Les eisini: Fleiri Epstein-myndir almannakunngjørdar

– Hetta snýr seg ikki um Clinton
Sambært Ritzau hevur eingin av kendu ofrunum hjá Epstein lagt Clinton undir at hava misnýtt tær. Hann hevur tó áður verið nevndur í sambandi við Epstein. Clinton hevur áður sagt, at hann harmast um samband sítt við Epstein.

Angel Urena, talsfólk hjá Clinton sigur, at myndirnar eru sorlutar og yvir 20 ára gamlar. Hann sigur, at málið ikki snýr seg um Clinton.

– Har eru tveir bólkar her. Tann fyrsti bólkurin visti einki og sleit sambandið við Epstein, áðrenn brotsverk hansara vóru kend. Hin bólkurin varðveitti sambandið við hann. Vit eru partur av fyrsta bólkinum.

Kanning í gongd
At almannakunngera myndirnar av Clinton kann, sambært Reuters, vera í stríð við politikkin hjá løgmálaráðnum um ikki at almannakunngera tilfar, sum hevur samband við kanningar, sum eru í gongd.

Núverandi amerikanski forsetin, Donald Trump hevur nevniliga heitt á løgmálaráðið um at kanna sambandið millum Clinton og Epstein. Hetta verður av summum sæð sum ein roynd hjá Trump at flyta fokus frá hansara egna sambandi við Epstein.

Trump og Epstein vóru javnan sæddir saman í 90unum og fyrst í 00unum, men sambært Trump mistu teir sambandið miðskeiðis í 00unum.

Bæði Trump og Clinton hava sagt, at teir ikki vistu nakað um brotsverkini hjá Epstein.

Tað er ikki nógv um Trump í skjølunum, sum higartil eru leysgivin. Millum myndirnar, sum eru almannakunngjørdar, eru ein mynd av Epstein, sum sær út til at halda einum kekki við navninum hjá Trump á, og ein mynd úr íbúðini hjá Epstein, har eitt eintak av einari bók frá Trump sæst á einari bókahill.

Skjølini, sum vórðu leysgivin fríggjadagin telja fleiri hundraðtúsund síðu, og sambært løgmálaráðnum verða fleiri skjøl almannakunngjørd komandi tvær vikurnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder