Innanlands

Eitt mál um harðskap í nátt

Ein maður varð sligin í nátt, men annars hevur verið rættiliga friðarligt, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-12-20 09:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Løgreglan kannar eitt mál um harðskap frá náttarlívinum.

Talan er um ein mann, sum varð sligin í andlitið og endaði á skaðastovuni.

Sum skilst veit mann, hvør tað er, sum framdi harðskapin, og fleiri avhoyringar verða gjørdar seinni, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Vaktleiðarin leggur afturat, at nógv fólk hava verið í býnum, og hevur løgreglan eisini hjálpt onkrum til hús, men sum heild hevur náttin verið rættiliga friðarlig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder