Fleiri myndir úr búnum eftir amerikanska siðabrotsmannin Jeffrey Epstein, vórðu í gjár almannakunngjørdar. Tað eru demokratar í eini eftirlitsnevnd hjá Kongressini, sum hava latið myndirnar til almenningin.
Nýggju myndirnar umfata eitt nú fleiri nærmyndir av pørtum av einum kvinnukroppi, har sitat út bókini “Lolita” eru skrivað við svartari skrivt á húðina, skrivar Ritzau.
Harumframt eru skíggjamyndir av boðbrævasamskifti, ið snýr seg um at “senda gentur” til ein persón, sum í kjattinum verður kallaður “J”, og sløraðar myndir av samleikaprógvum hjá kvinnum úr Russlandi, Marokko, Italia, Kekkia, Suðurafrika, Ukraina og Litava.
Aðrar myndir vísa Bill Gates saman við eini kvinnu, ið er fjald, Noam Chomsky, amerikanska rithøvundin og politiska teinkjaran, saman við Epstein á privata flogfari hansara og Epstein saman við filmsleikstjóranum Woody Allen.
Myndirnar eru úr einum stórum savni við yvir 95.000 myndum frá búnum eftir Epstein, ið varð latið nevndini í farnu viku, skrivar ABC News.
Nakrar myndir frá savninum eru fyrr almannakunngjørdar, og hesar komu fram dagin fyri freistini, sum amerikanska løgmálaráðið hevur fingið fyri at leysgeva skjalatilfarið í Epstein,málinum.
Freistin varð givin sambært lóg viðvíkjandi Epstein-skjølunum, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, undirskrivaði í farna mánaði.
Talan er um umfatandi próvtilfarið, sum løgmálaráðið og FBI savnaðu saman í sambandi við kanningararbeiði í Florida.
Hetta førdi í 2008 til, at Jeffrey Epstein viðgekk at hava goldið ungum gentum fyri kynsligar tænastur, og hann var dømdur 13 ár í fongsul.
Jeffrey Epstein varð í 2019 varðhaldsfongslaður í málinum um kynsliga misnýtslu av ungum gentum og fyri menniskjahandil.
Hann noktaði seg sekan, men náddi aldri at verða førdur fyri rættin, tí hann doyði fyri egnari hond í einum varðhaldskliva í New York sama ár, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald