
- Skúlastýrið fyri háskúlan í Nesvík hevur tikið avgerð ímillum innkommu umsóknirnar og hevur gjørt av at seta Tummas Kannuberg úr Leirvík í starv sum nýggjan háskúlaleiðara í Nesvík.
Soleiði skrivaði trubodin.fo á heimasíðu sínari fyrst í mánaðinum.
Í eina tíð hevur Heimamissiónin arbeitt við at fáa sett ein háskúla settan á stovn, við heimstaði í Nesvík, og eftir ætlan verður tikið ímóti fyrstu næmingunum í august til eitt 5 mánaða uppihald.
Nú er leiðari settur, og hann er farin til verka. Trúboðin skrivar, at Tummas Kannuberg kemur sum ein av fyrstu uppgávunum at taka sær av at skipa innihald og leist skúlans, tímatalvu og finna undirvísarar.
Tummas gjørdist cand. theol. í januar 2021 í Keypmannahavn og gekk síðan á pastoralseminarium og fekk endaligt prógv í summar. Hann er leirvíkingur og er 29 ára gamal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald