Uttanlands

Trýstið økist á Keir Starmer

Nú krevur leiðarin fyri Labor í Skotlandi, at Starmer gevst sum bretskur forsætisráðharri, tí hann valdi at seta tætta vinmannin hjá Epstein til sendiharra í Washington

Keir Starmer. Alt fleiri halda, at hann eigur at leggja frá sær sum forsætisráðharri (Mynd: EPA)

Keir Starmer. Alt fleiri halda, at hann eigur at leggja frá sær sum forsætisráðharri (Mynd: EPA)

2026-02-09 16:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, sum eisini er formaður í Labour flokkinum, er komin undir hart trýst orsaka av avdúkingunum av sokallaðu Epstein-skjølunum í USA, sum kasta skuggar langt út um landamørk og langt inn í politisku skipanirnar í øðrum londum.

Í Bretlandi er tað fyrrverandi ráðharrin og sendiharrin í Washington, Peter Mandelson, sum er miðdepilin fyri politiska rokið.

Í dag hevur leiðarin fyri Labour flokkin í Skotlandi, Anas Sarwar, verið frammi og sagt, at Keir Starmer ikki longur kann kann standa á odda fyri bretsku stjórnini.

Hetta sigur hann eftir at tað er komið fram, at fyrrverandi sendiharrin í Washington, Peter Mandelson hevði tætt vinarlag við Jeffrey Epstein.

Mandelson varð í januar 2025 útnevndur til bretskan sendiharra í USA, men í september varð hann kallaður heimaftur og rikin úr embætinum eftir at tað kom fram, at hann hevði havt tætt vinalag við Epstein.

Undir einum orðaskifti í bretska tjóðartinginum viðgekk Starmer, at hann visti um, at Mendelson og Epstein høvdu eitt vinarlag.

Trýstið frá fleiri síðum á Starmer hevur eitt nú ført við sær, at starvsfólkaleiðarin hjá forsætisráðharranum, Morgan McSweeney, um vikuskiftið segði seg úr starvinum.

Í uppsøgnini skrivar McSweeney, at tað var hann, sum ráddi Starmer til at seta Mandelson sum sendiharra, og at hann tekur fulla ábyrgd fyri hesa ráðgeving.

Eisini samskiftisovastin hjá Starmer, Tim Allan, hevur valt at siga seg úr starvi, skrivar dr.dk.

[object Object]
Peter Mandelson, undir liðini á Donald Trump, forseta í Hvítu húsunum. Myndin er frá mai í fjør (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder