Innanlands

Trygd: Nøktandi úrslit fyrra hálvár

Gongdin fyrra hálvár 2022 hevur verið merkt av hækkandi inntøkum, men óstøðuga gongdin á fíggjarmarknaðinum hevur havt ávirkan á serliga íløgurnar hjá felagnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-09-19 10:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sum heild hevur fyrra hálvár 2022 gingið væl. Trygd hevur havt ein vøkstur í inntøkunum samanborið við sama tíðarskeið í fjør, og talið á skaðum hevur verið á einum vanligum støði.

Úrslitið áðrenn skatt gjørdist 4,4 mió. kr., sum er lægri enn væntað, men tó hægri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið úrslitið var 3,6 mió. kr. áðrenn skatt. Hinvegin hava útreiðslurnar hjá Trygd verið eitt vet hægri fyrra hálvár í ár samanborið við í fjør.

Óstøðugur fíggjarmarknaður
Ársins fyrstu seks mánaðir hava verið merktir av órógvi á fíggjarmarknaðinum, og hetta hevur havt ávirkan á íløgurnar, serliga lánsbrøvini, hjá felagnum. Hóast eina varna íløgutilgongd hevur felagið havt tap fyrra hálvár.

Harafturat hava hækkandi prísirnir í samfelagnum eisini sett sín dám á úrslitið. Tí eins og alt annað, ið er dýrkað nógv seinastu mánaðirnar, eru skaðarnir erisini vorðnir dýrari at gera aftur, og sostatt eru skaðaendurgjøldini fyrra hálvár eisini hækkað nakað.

– Sum heild eru vit nøgd við úrslitini fyri fyrra hálvár. Vit hava ein sunnan samanhang millum inntøkur og skaðaútreiðslur, og hóast ein heldur óstøðugan fíggjarmarknað í løtuni, hava vit eitt sterkt felag, ið bæði er væl brynjað til framtíðina, og sum samstundis kann tryggja kapping á føroyska tryggingarmarknaðinum til frama fyri allar føroyingar, sigur Brian Smedemark, stjóri í Trygd.

Roknskapurin í stuttum

  • Hálvársúrslitið áðrenn skatt er 4,4 mio kr. samanborið við 3,6 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
  • Tryggingartekniska úrslitið gjørdist 8,7 mió. kr. samanborið við 4,3 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
  • Skaðaendurgjøldini eru 47,3 mió. kr. samanborið við 45,0 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
  • Bruttotryggingargjøldini hækkaðu við 6,5 mió. kr. og eru nú 75,6 mió. kr.
  • Bruttoskaðaprosentparturin er 63,5% samanborið við 69,2% sama tíðarskeið í fjør.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder