2026-01-24 09:28
Fríggjamorgunin var løgreglan úti og gjørdi ferðmátingar í Kollafirði, og í hesum sambandi vórðu fýra bilførarar tiknir fyri at koyra munandi skjótari, enn loyvt var.
Tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra millum 76 og 81 kilometrar um tíman, har mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman.
Ferðin hjá fjórða bilføraranum varð máld til 94 kilometrar um tíman, og tað gevur eina treytaða frádøming av koyrkortinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald