Innanlands

Roykur úr motorinum, men ongin eldur

Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið – koyrdu ov skjótt gjøgnum Norðoyatunnilin í nátt.

(Tilvildarlig savnsmynd: Sverri Egholm)

(Tilvildarlig savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-11-13 08:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sløkkilið var um middagsleitið í gjár sent til Hósvíkar, har tað sá út til at eldur var komin í ein bil, sum koyrdi eftir landsvegnum.

Roykurin var heilt nógvur, men ongin eldur varð staðfestur, tá sløkkiliðið kom fram.

Helst hevur orsøkin verið, at ov nógv olja er koyrd í motorin. Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir frá, at tað ber ikki til at fylla motorin heilt upp við olju. Tað gevur yvirtrýst, og so kann skaði standast av tí.

Ferðsluløgreglan gav tvey klipp í koyrikortið hjá bilførarum, sum í nátt koyrdu ov skjótt gjøgnum Norðoyatunnilin.

Annar bilurin var máldur til 108 kilometrar um tíman – hin til 110.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder