Uttanlands

Microsoft: Framstig í Evropa

Tó eru framvegis brúkarar, sum uppliva trupulleikar.

(Mynd: Fabrice Coffrini/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Fabrice Coffrini/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-11-13 13:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Microsoft boðar frá framstigum í Evropa í arbeiðnum við at fáa skipanir teirra í rættlag aftur.

Fleiri tænastur hjá Microsoft hava verið niðri síðan í gjárkvøldið. Talan er m.a. um Outlook, Teams og Copilot.

Micosoft boðaði á middegi frá, sambært Ritzau, at fleiri av tænastunum nú aftur eru tøkar, og er veitingin av teldupostum batnað.

Japan er tað økið, har fyritøkan sær størstu framgongdina, men boðað verður eisini frá batum í Norðuramerika.

Tað eru tó framvegis brúkarar, sum uppliva trupulleikar.

Microsoft sigur, at trupulleikarnir fáa hægstu raðfesting, inntil teir eru loystir. Tá Microsoft hevur loyst trupulleikarnar, verður ein frágreiðing givin út um orsøk og tiltøk, sum kunnu styrkja trygdina.

Sambært eftirlitstænastuni Downdetector eru Microsoft-brúkarar í 74 londum ávirkaðir. Hetta ávirkar eisini Microsoft-brúkarar í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder