Føroyska Bjørt Óladóttir Joensen, sum er granskari á Danmarks Tekniske Universitet (DTU), hevur saman við Christian Bach Lundgaard fingið virðislønina The Bright Idea Early-Stage Award 2026. Virðislønin varð handað á Digital Tech Summit í Keypmannahavn 4. november.
Tey eru bæði VPX Fellows og hava ment hugskotið Nobracat Isotopes, sum snýr seg um burðardygga og kostnaðareffektiva framleiðslu av isotopmerktum evnafrøðiligum evnum.
Við nýggju tøknini ber til at framleiða sokallað deutererað evni munandi bíligari og meira umhvørvisvinarliga enn við verandi framleiðsluháttum, skrivar Granskingarráðið.
Deutererað evni eru serlig evnafrøðilig evni, har vanligt vetni er skift út við deuterium, sum er ein tyngri isotopur av vetni. Hesi evni hava nógvar nýtslumøguleikar í gransking og ídnaði.
Marknaðurin fyri hesi evni er í dag merktur av høgum prísum, avmarkaðum útboði og longum veitingartíðum. Nýggja tøknin kann vera við til at loysa hesar avbjóðingar.
Dómsnevndin metti, at hugskotið hevur stórar vinnuligar møguleikar og gerast grundarlag undir eini nýggjari fyritøku, sum kann geva Danmark eina sterka altjóða støðu á økinum.
Enn ein føroyingur millum finalistarnar
Ein annar føroyingur, Julian Lava, var eisini millum finalistarnar til The Bright Idea Early-Stage Award.
Hann var partur av einum granskingartoymi á DTU saman við Katrine Qvortrup, Jan Jakob Holm-Weber og Katrine Maarlev. Tey vóru tilnevnd fyri verkætlanina Light-Activated Indigo Dyeing for Low Impact Fashion, sum snýr seg um at menna ein meira burðardyggan hátt at lita tekstilir við indigo.
Toymið fekk 20.000 danskar krónur sum viðurkenning fyri hugskotið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald