Uttanlands

Trý deyð í skotsku tokvanlukkuni

Tokið var á veg úr Aberdeen til Glasgow tá tað rendi á eina skriðju orsaka av nógva avfallinum í Skotlandi í dag

(Mynd av Twitter)

(Mynd av Twitter)

2020-08-12 16:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

BBC skrivar nú, at trý fólk hava latið lív í tokvanlukkuni, sum hendi sunnan fyri Aberdeen í Skotlandi fyrrapartin.

Yvir 30 neyðsendarakfør vórðu send avstað til vanlukkustaðið nærhendis Stonehaven, skrivar BBC.

Óvanliga nógva avfallið í økinum og skriður yvir toksporini var orsøk til, at tokið koyrdi av sporinum.

Les eisini: Tokvanlukka nærhendis Aberdeen 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder