Innanlands

Trump er nú favorittur

Allar veljarakanningar hava peikað á demokratin Joe Biden, men nú hava stórar veddingarfyritøkur Donald Trump sum favorittar, og ikki ein lítlan favoritt

Í 2016 var eisini mett, at Donald Trump fór at tapa rímiliga greitt - nú hellur tað meira til forsetan útfrá veddingarfyritøknum og metingunum (Mynd: EPA)

Í 2016 var eisini mett, at Donald Trump fór at tapa rímiliga greitt - nú hellur tað meira til forsetan útfrá veddingarfyritøknum og metingunum (Mynd: EPA)

2020-11-04 02:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni er tað eitt sindur sum danska orðatakið sigur: "Stilhed før Stormen".

Eftir at ymsu valstøðini lótu aftur gjørdist skjótt greitt, hvønn veg fleiri fóru at koppa. Einki veruliga óvæntað er hent - Biden hevur vunnið teir demokratisku statirnar og Trump teir republikansku.

Les eisini: Valstøð í nógvum statum afturlatin - fleiri og fleiri tykjast avgjørdir

Eingin svingstatir er avgjørdir enn, men tað sær sera gott út hjá Donald Trump í einum av tí mest umráðandi, Florida.

Og tað sær á pappírinum betri út hjá Trump enn áðrenn valið, tí hóast Joe Biden í løtuni liggur til 42 fleiri valmenn (131-89), so hevur forsetin fingið eitt lítið sindur fleiri atkvøður, og nú hava veddingarfyritøkur Donald Trump sum favoritt. Tað var annars Joe Biden, ið var tá áðrenn valið sjálvt, og demokratiska valevni var eisini á odda í øllum veljarakanningunum.

Hjá Bet365 gevur en sigur til Donald Trump peningin 1,50 ferðir aftur - Biden gevur 2,50. Hjá Unibet er tað 2,75 fyri Biden-sigur, og 1,45 um Trump vinnur. Tað er ein stór broyting í mun til, hvat tað var áðrenn - Trump varð mettur at hava ein áleið 10 prosent møguleika fyri at vinna.

Burgarar, kyllingalør og pylsuhorn í Hvítu Húsunum

Jennifer Jacobs, politiskur journalistur hjá Bloomberg, hevur verið ein túr til valveistluna í East Room í White House, har fleiri ráðharrar eru. 

Teir fáa millum annað burgarar, kyllingalør og pylsuhorn, umframt ymsar dessertir.

Einki hevur verið hoyrt frá Donald Trump síðani nakað áðrenn midnátt, har hann á Twitter lat væl at støðuni. Ein av synunum, Eric Trump, hevur lagt mynd út á Instagram úr Hvítu Húsunum, har hann og familjan fylgja við valinum.


 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder