Innanlands

Tríggir statir avgera endaliga úrslitið

Men sitandi forseti ynskir at støðga uppteljingini av atkvøðunum

Talan eru um statirnar merktir Wi, Mi og Pa (Skíggjamynd: tv2.dk)

Talan eru um statirnar merktir Wi, Mi og Pa (Skíggjamynd: tv2.dk)

2020-11-04 08:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru serliga tríggir statir, sum nú eru avgerandi fyri, hvør verður kosin nýggjur forseti í USA.

Talan er um statirnar Wisconsin, Michigan og Pennsylvania, sum allir liggja norður móti kanadiska markinum.

Søguliga eru hesir statir demokratiskir. Statirnir norðuri móti kanadiska markinum verða eisini kallaðir Blái Múrurin.

Tá Donald Trump, forseti, í røðu síni úr Hvítu Húsunum fyrr í morgun tosaði um, at hann vildi fara í Hægstarætt fyri at forða fyri valsnýti, so var tað serliga fyri at støðga uppteljingini av brævatkvøðum í hesum statunum.

Tí í løtuni stendur Donald Trump seg væl í uppteljingini í hesum statum, og stendur til at hava fingið flestar atkvøður. Men veruleikin er tann, at óvanliga nógvar brævatkvøður eru latnar inn í hesum valinum, ið er órógvað av korona, og hesar brævatkvøður eru ikki latnar upp enn í hesum trimum statunum.

Serfrøðingar eru ikki í iva um, at tað eru fleiri demokratar enn konservativ, sum hava greitt brævatkvøðu yvirhøvur, og tí bendir nógv á, at brævatkvøðurnar kunnu koppa úrslitinum í Wisconsin, Michigan og Pennsylvania til fyrimuns fyri Joe Biden.

Tað verður tí hildið at vera ein sera ivasamt, tá Donald Trump, so langt áðrenn almenna úrslitið liggur greitt, sigur, at talan er um eitt risastórt valsvik, sum fer fram í landinum, og nú vil brúka hægstarætt til at støðga valhandlingini áðrenn allar atkvøðurnar eru taldar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder