
Í nátt vórðu tríggir bilførarar tiknir, tí at illgruni var um, at teir koyrdu ávirkaðir av rúsdrekka.
Blóðroynd varð tikin av teimum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.
Tann eini førarin var eisini undir 18 ár, og koyrdi hann sostatt uttan førararætt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Av løgreglustøðini verður upplýst, at seinasta samdøgrið annars sum heild hevur verið friðarligt, men í gjárkvøldið fekk løgreglan eisini eina fráboðan úr Havn um, at onkur hevði framt herverk á tríggjar bilar.
Í morgun varð eisini boðað frá eldi í einum trukki á Tvøroyri. Tað eydnaðist tó fólki at taka battaríið úr trukkinum og sløkkja eldin, áðrenn hann gjørdi stóran skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald