Innanlands

Tríggir bilførarar skuldsettir fyri rúsdrekkakoyring í nátt

Ein varð tikin Við Streymin, ein í Hoyvík, og ein í sambandi við einum ferðsluóhappi Yviri við Strond í Havn

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-11-28 10:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heilar tríggjar ferðir í nátt hevur løgreglan tikið ein bilførara fyri rúsdrekkakoyring.

Ein varð tikin í sambandi við einum ferðsluóhappi Yviri við Strond í Havn klokkan fýra í nátt.

Talan var um ein bilførara, sum koyrdi í skeivari síðu av vegnum og síðani rendi frontalt saman við ein annan bil. Eingin fólkaskaði stóðst tó av hesum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Løgreglan var skjót á staðnum, og førarin varð handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Blóðroynd varð tikin av honum, og nú verður bíðað eftir svari.

Hinir báðir førararnir vórðu tiknir Við Streymin og í Hoyvík klokkan ávikavíst trý og hálvgun seks.

placeholder
placeholder