Innanlands

Tríggir bilførarar fingu klipp á Argjum

Allir koyrdu yvir 70 km/t á Glyvursvegi

2022-10-26 13:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ógvuliga vanligt, at løgreglan tekur bilførar fyri at koyra ov skjót - og ofta lutfalsliga alt ov skjótt á Glyvursvegi, sum er tætt við brúnna millum Argir og Tórshavn.

Í gjár vórðu tríggir persónar tiknir fyri at koyra millum 71 og 80 km/t, upplýsir løgreglan. Hetta væl yvir hámarksferðina á strekkinum, ið er 50 km/t.

Hetta gevur eitt klipp í koyrikortið, umframt eina bót.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder