Mentan

Triðja fantasybókin hjá Elini Michelsen er komin

"Feigdarfræ" er triðja og seinasta bókin um huldugentuna Tóru. Framløga av bókini verður á Reinsarínum í annaðkvøld

2024-05-21 19:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú er triðja og seinasta bókin í føroysku fantasyrøðini hjá Elini Michelsen um huldugentuna Tóru komin. “Feigdarfræ” er endin av tríverkinum um huldugentuna Tóru og hennara stremban eftir at finna útav, hvør hon er.

Um bókina:

Veggir, sum skrambla saman, armystivlar við skitti og blóði. „Tú ert deyð og ein mordari!”

Orðini hjá Róari duka í høvdinum á Tóru. Hevur hon veruliga dripið eina gentu? Billa er horvin, og Róar hevur tikið ræðið á skúlanum. Hvørja løtu væntar hon at blíva blakað úr skúlanum, og fólk halda seg burtur frá henni. Tíbetur hevur hon kvartin at líta á, men hvussu við Leika?

Gávurnar hjá Tóru gerast sterkari og sterkari, men hvussu leingi kann hon halda eldinum í skríninum niðri?

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bókina út.

Um rithøvundin:

Elin Michelsen er fødd í Havn í 1973 og býr í Hoyvík. Hon er útbúgvin innan samskifti og arbeiðir í Kringvarpi Føroya. Sum fastur gestur á bókasavninum undir uppvøkstrinum gjørdust hillarnar, har ævintýrligu verurnar hildu til, hennara fyrsta val, og hava verið tað líka síðan. “Rimarúmið” var fyrsta bókin eftir Elina, “Vanvarði” onnur bókin, og “Feigdarfræ” er síðsta bókin í tríverkinum um huldugentuna Tóru.

Í annaðkvøld klokkan 19 skipar Bókadeild Føroya Lærarafelags fyri bókaframløgu á Reinsarínum í Havn við “Feigdarfræ”. Sanna Klein, bókmentafrøðingur, fer at práta við Elina um bókina, og Ragnar Finsson spælir nøkur løg.

Tiltakið er alment og ókeypis.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder