Innanlands

Tórshavnar kommuna: Akkerið av Godanes sett við Müllers Pakkhús

Akkerið stóð í mong ár á grøna blettinum, Perlugrundini, har sum trappurnar í Vágsbotni nú eru

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-08-12 18:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna fekk - tá býurin fylti 75 ár - eitt akker av Godanes í varðveitslu frá Tórshavnar Froskmannafelag, sum hevði funnið og tikið upp akkerið við Flesjarnar. 

Akkerið stóð í mong ár á grøna blettinum, Perlugrundini, har sum trappurnar í Vágsbotni nú eru.

Godanes NK 105 frá Neskaupstaði sakk við Flesjarnar 2. januar í 1957. Herfyri varð farið at finna eitt nýtt stað til akkerið. Valið fall á fløtuna omanfyri Müllers Pakkhús, tætt við maritima økið við bedingina.

[object Object](Mynd: Tórshavnar kommuna)

Akkerið var ógvuliga slitið og tørvaði ábøtur, sum verkstaðið hjá kommununi hevur tikið sær av.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder