Uttanlands

Tokvanlukka nærhendis Aberdeen

Minst eitt fólk hevur latið lív, siga fyrstu fráboðanirnar. Grimdarregn er orsøkin

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2020-08-12 15:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Minst ein persónur hevur latið lív í eini tokvanlukku 25 kilometrar sunnan fyri Aberdeen í Skotlandi í dag.

Lokala blaðið, The Press and Journal skrivar, at talan er um tokføraran, sum hevur latið lív. Óttast verður fyri, at fleiri eisini eru deyð í vanlukkuni.

Tað hevur regnað illa í økinum, og talan er um, at eitt skriðulop er orsøk til vanlukkuna.

Sambært BBC Radio 4 varnaðist tokførarin skriðuna, og vendi tokinum við. Man á veg aftur, rakti tokið eina aðra skriðju, og fimm av teimum seks tokvognunum koyrdu av sporinum.

Felagið, ið rekur tokferðsluna í Skotlandi skrivar á Twitter, at enn er ov tíðliga at siga, hvussu álvarslig vanlukkan er, og júst hvat hendi.

Fyrsta ráðkvinnan í landinum, Nicola Sturgeon, harmast um tíðindini.

- Hetta er sera álvarsligt. Eg havi fingið fyribils dagføringar frá Network Rail og bjargingartænastuni og má siga, at tankar mínir eru hjá øllum, ið eru rakt, skrivar hon á Twitter.

Eystari parturin av Skotlandi hevur havt torusláttur og nógv regn. Yvirflóð er í nógvum økjum orsaka av stóru regnmongdini og almenna ferðslan hevur stórar trupulleikar.

Herundir eitt filmskut, sum Network Rail legði út á Twitter í dag:

Avsporaða tokið var á veg úr Aberdeen til Glasgow, tá vanlukkan hendi í einum skógarøki nakað fyr klokkan 10 fyrrapartin.

Sky News veit at siga, at 12 fólk, seks ferðafólk og seks starvsfólk vóru í tokinum, tá vanlukkan hendi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder