2022-04-08 08:23
Løgreglan er í hesum døgum farin at taka nummarpláturnar av akførum, sum ikki hava goldið vegskatt.
Tað var týsdagin, at Akstovan lat politistøðunum kring landið 692 mál um vegskattaeftirstøður. Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri, at hann hevur goldið vegskatt, verða nummarpláturnar tiknar.
Løgreglan sigur í morgun, at tey í nátt hava tikið tíggju nummarplátur í høvuðsstaðarøkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald