Innanlands

Tingið saman aftur í morgin

Tingfundur verður leygarmorgunin kl. 9.30

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-05-06 16:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingið kemur saman aftur tíðliga í morgin til tann – ætlandi – seinasta fundin í hesum tingárinum.

Tveir fundir hava verið í dag fyri at avgreiða málini, sum vóru búgvin til triðju og endaligu viðgerð.

Eitt mál er tó eftir. Tað er eitt mál frá Árna Skaale, landsstýrismanni við fiskivinnumálum um eina broyting í sjófeingislógini.

Ætlanin var at avgreiða málið á tingfundinum í dag, og tí varð biðið um frávik frá tíðarfreistunum í tingskipanini. 16 samgongutingfólk atkvøddu fyri og 13 andstøðutingfólk atkvøddu ímóti.

Hóast meiriluti var fyri at lata frávik, so var tað ikki nóg mikið, tí í slíkum førum skal tað vera kvalifiseraður meiriluti.

Harvið verður tingfólkið kallað til arbeiðis aftur í morginárið – tingfundurin verður settur klokkan 9.30.

Hetta verður – sambært løgtingsformanninum – seinasti fundurin í hesi tingsetuni, um ikki okkurt óvæntað stingur seg upp.

Nøkur mál liggja eftir, sum ikki eru komin aftur úr nevnd, og tí fella burtur. Teirra millum fýra lógaruppskot, sum samlað ganga undir heitinum samferðslupakkin. Og so tvey uppskot um náttúrufriðing, sum á fundinum í dag vórðu beind aftur í rættarnevndina. Nevndarformaðurin Christian Andreasen segði á tingfundinum í dag, at nøkur ivamál eru uppstaðin, og bað tí um at fáa málið aftur í nevndina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder