Innanlands

Tilmeldingin til Kvinnuting 2023 letur upp í annaðkvøld

Tað tekur vanliga ikki meira enn eitt lítið samdøgur, til tað er fullteknað til stóra kvinnudagin í Nesvík. Í ár verður hann leygardagin 4. februar, og evni er "Integratión og altjóðagering – hvussu eru vit ein góður næsti?”.

Fyrrapartin verður tað Tórhild Bjarkhamar, sum hevur áhugatíma út frá evninum “Føroyska samfelagið í broyting, hvussu eru vit ein næsti?”. Seinnapartin verður vitjan frá fólkum úr Ukraina og Rumenia. Eisini verður sangur frá Silvitni og Tær 4. Galladøgurði verður eisini á skránni (Mynd: trubodin.fo)

Fyrrapartin verður tað Tórhild Bjarkhamar, sum hevur áhugatíma út frá evninum “Føroyska samfelagið í broyting, hvussu eru vit ein næsti?”. Seinnapartin verður vitjan frá fólkum úr Ukraina og Rumenia. Eisini verður sangur frá Silvitni og Tær 4. Galladøgurði verður eisini á skránni (Mynd: trubodin.fo)

2023-01-19 21:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trúboðin skrivar í dag, at tilmeldingin til Kvinnuting 2023 letur upp í morgin, fríggjadagin 20. januar klokkan 18.

Talan er um ein vælumtóktan dag í Nesvík. Fleiri av undanfarnu árunum hevur tað verið fullteknað til tiltakið, áðrenn eitt samdøgur ella eitt sindur meira enn tað er farið.

Evnið í ár er “Integratión og altjóðagering – hvussu eru vit ein góður næsti?”, boðar Trúboðin frá.

- Fyrrapartin verður tað Tórhild Bjarkhamar, sum hevur áhugatíma út frá evninum “Føroyska samfelagið í broyting, hvussu eru vit ein næsti?”. Seinnapartin verður vitjan frá fólkum úr Ukraina og Rumenia. Eisini verður sangur frá Silvitni og Tær 4. 

Afturat øllum hesum er tíð sett av til hugnaliga samveru í og rundanum Nesvík, og um kvøldið er galladøgurði. Dagurin byrjar klokkan níggju og endar klokkan 22. Til ber at síggja alla skránna á trubodin.fo

Tað fer at bera til at tekna seg á mission.fo/tilmelding í annaðkvøld. Seinasta freist at tekna seg er 31. januar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder