placeholder
Innanlands

Tikin fyri at koyra ávirkaður

Í gjár varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring, og tvey smærri ferðsluóhapp vórðu eisini skrásett, men sum heild hevur verið friðarligt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-07 10:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár skrásetti løgreglan fleiri ferðsluóhapp, men talan var tó ikki um nakað álvarsamt.

Tað eina var í Saltangará klokkan 16.30, har ein bilur ikki helt neyðugu frástøðuna til bilin frammanfyri, og hitt var í Klaksvík um klokkan 21.30. Tað var orsakað av, at ein bilførari ikki helt víkiskylduna. Í báðum førum gevur tað klipp.

Beint eftir klokkan 16 í gjár tók løgreglan eisini ein bilførara í Klaksvík fyri rúsdrekkakoyring. Blóðroynd er tikin av honum, og bíðað verður eftir úrslitinum.

Tvær ferðir í nátt varð eisini boðað løgregluni frá, at illgruni var um, at onkur koyrdi ávirkaður, men tá løgreglan kannaði málið, vísti tað seg, at talan ikki var um rúsdrekkakoyring kortini.

Á Summarfestivalinum í Klaksvík, sum endaði í nátt, hevur tað sum heild gingið friðarliga fyri seg, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.

Olja á vegnum

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan nógvar fráboðanir um, at olja var á landsvegnum frá Sundi og inn í Havnina.

Løgreglan heitti á sosialu miðlunum á bilførarar um at verða varnir, og um fólk at siga teimum frá, um tey vistu nakað um kelduna til dálkingina.

Ein persónur ringdi so til løgregluna og greiddi frá, at bilur hansara júst hevði verið á verkstað, men at brekið eftir øllum at døma ikki varð umvælt nóg væl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder