Stundin er komin til at evropeiskir leiðarar tosa ‘beinleiðis við Putin’.
Tað sigur finski forsetin, Alexander Stubb, í eini samrøðu við amerikanska miðilin, Financial Times.
- Vit hava í alt ov langa tíð latið skyldurnar hjá Evropa mótvegis Russlandi til onnur, og tað haldi eg er ábyrgdarleyst, sigur Stubb í samrøðuni, og heldur áfram:
- Nú, ið vit hava fingið karmarnar upp á pláss, haldi eg, at evropeiskir leiðarar eiga fara í beinleiðis samrøðu við Putin við sama boðskapi og felags dagsskrá.
Boðini koma eftir at Stubb og norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, í farna mánaði torsðu í telefon við Putin. Hetta vakti undran hjá øðrum evropeiskum leiðarum, ikki minst hjá donsku Mette Frederiksen, ið var ógvuliga firtin av at teir ikki høvdu spurt hini eftir, áðrenn teir ringdu til Kreml.
Í Financial Times verjir Stubb telefonsamrøðuna, og sigur, at tað var ein avgerandi liður í eini røð av hendingum, sum førdi til, at Evropa fríggjadagin tók avgerð um, hvør skal umboða Evropa í komandi samráðingum viðvíkjandi Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald