Innanlands

Sandoyartunnilin stongdur komandi næturnar

Ferðslan verður tó leidd ígjøgnum tunnilin kl. 23, á midnátt, kl. 1, 2 og 4.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-11-16 13:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vegna arbeiði og eftirlit er Sandoyartunnilin stongdur fyri ferðslu komandi næturnar.

Hetta verður galdandi frá í kvøld til fríggjamorgunin 20. november, boðar tunnilsfelagið frá.

Í hesum tíðarskeiði er tunnilin stongdur frá klokkan 22 á kvøldi til klokkan 6 á morgni.

Ferðslan verður tó leidd gjøgnum tunnilin klokkan 23, á midnátt, klokkan 1, 2 og 4.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder